Innanlands

Katrin Jóhanna skrásett undir føroyskt flagg í dag

Norska uppsjóvarskipið Herøy skal fiska menningarkvotu til Miðvágs

Fyrrverandi norska uppsjóvarskipið Heroy, er nú skásett í Føroyum og eitur Katrin Jóhanna (Mynd: Ivan Reid)

Fyrrverandi norska uppsjóvarskipið Heroy, er nú skásett í Føroyum og eitur Katrin Jóhanna (Mynd: Ivan Reid)

2018-11-26 12:33 Author image
Ingi Samuelsen

Í dag var nýggjasta uppsjóvarskipið í flotanum skrásett undir føroyskum flaggi. Talan er um norska skipið Herøy, sum Tummas Henriksen í Sørvági hevur keypt saman við brøðrunum Árna og Hjarnar Dalsgaard í Skálavík.

Skipið hevur fingið navnið Katrin Jóhanna, VA 410. Eigari er pf. Kinnfelli í Miðvági og sambært skrásetingin er keypsprísurin 57 milliónir norskar krónur – 43,5 milliónir danskar krónur.

Tað var longu í mars mánaði í ár, at vit kundu fortelja, at Herøy varð seld føroyingum. Í morgun visti sandportal.fo at siga, at tað eru skálvíkingarnir Árni og Hjarnar Dalsgaard, sum hava keypt skipið saman við Tummas Henriksen, sum eisini er maðurin, sum hevur tikið stig til at lata Snarfrost í Miðvági uppaftur.

Tá Høgni Hoydal í august deildi út menningarkvotur, var Snarfrost millum tey, sum fáa kvotur. Talan er um menningarkvotur í fýra ár. Í ár eru kvoturnar 10.400 tons av svartkjafti, 2.002 tons av makreli og 1.593 tons av norðhavssild.

 

placeholder
placeholder