Innanlands

Mátti sleppa sær upp á helluna á Trøllhøvda

Ein útróðrarbátur fór í kvøld á land í Høvdasundi - alt spældi væl av

Brimil (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Brimil (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2018-11-26 21:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

MRCC fekk í kvøld boð um, at ein útróðrarbátur var farin á land í Høvdasundi, og at einsamalli maðurin umborð hevði bjargað sær við at fara upp á helluna á Trøllhøvda.

Tað skrivar heimasíðan jn.fo í kvøld.

Boð vóru send eftir Brimli, Sverra og tyrluni, men tíbetur var Brimil nærhendis og kom skjótt á staðið, og tí var ikki neyðugt við tyrlu.

Alt spældi væl av, og rimil setti minni bátar út og bjargaði manninum, og fingu hann umborð á vaktarskipið. Eisini fingu teir fast á bátin, sum enn ikki var sokkin.

Bjargingarbáturin har vesturi, Sverri, var eisini til staðar, veit jn.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder