Innanlands

Løgreglan boðsend til húsaófrið í gjár

Maður var í ørviti og visti ikki hvar hann var

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2018-11-27 13:52 Author image
Ari av Rana

Løgreglan var í gjár boðsend, tá ein maður førdi til húsaófrið. Maðurin var farin inn í eini hús, og tá fólkini í húsunum bóðu hann um at sleppa sær út, noktaði maðurin.

Maðurin varð at enda tveittur úr húsunum, og løgreglan varð boðsend.

Tá løgreglan kom á staðið var maðurin uttanfyri húsini, og staðfesti løgreglan, at maðurin var í ørviti, og ikki visti hvar hann var. Maðurin var tí hjálptur heim til sín sjálvs.

placeholder
placeholder