placeholder
Mentan

Haggard brøður á Countryfestivalin í Sørvági

Ben og Noel Haggard, synir hjá Merle Haggard, vitja Dungasand í Sørvági í summar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2018-11-30 08:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tveir av synunum hjá stóru countrystjørnuni, Merl Haggard, verða høvuðsnavn á Sørvágs Country- og Bluesfestivali, sum verður 13. til 15. juni 2019.

Talan er um teir báðar, Ben og Noel Haggard, sum hava tikið upp arvin eftir pápan, og nú ferðast kring heimin og framføra tónleikin hjá Merle Haggard saman við gamla bólki hansara, The Strangers.

Haggard brøðurnir fara at syngja á stóra pallinum á Dungasandi leygarkvøldið 15. juni.

- Tað hevur leingi verið eitt stórt ynski hjá okkum at fáa Haggard brøðurnar hendavegin. Vit vita, at tað eru heilt nógv í Føroyum, sum elska góðu sangirnir hjá Merle Haggard, og við Noel og Ben er tað næstan sum at hava ta ektaðu vøruna á countryfestivalinum, sigur Allan Samuelsen, ein av fyrireikarunum av festivalinum, sum komandi ár verður hildin á áttanda sinni.

Merle Haggard var ein av legendunum innan countrytónleikin í USA. Hann var aktivur sum sangari og sangskrivari so at siga heilt til hann gjørdist sjúkur og doyði í apríl 2016, 79 ára gamal. Vit kenna stór hitt so sum ”Mama Tried”, ”Workin’ Man Blues”, ”I’m a Lonesome Fugitive”, ”Sing me back Home” og ikki minst ”Okie from Muskogee”.

Merle Haggard var giftur fimm ferðir. Við fyrstu konu síni fekk hann fýra børn, m.a. Marty og Noel, sum báðir eru virdir sangarir, og minna ikki sørt um pápan, bæði í rødd og útsjónd.

[object Object]
Ben Haggard

Í seinastu giftuni, fekk Merle sonin Ben, sum í dag er 26 ára gamal. Hann og 55 ára gamli hálvbróðurin, Noel, ferðast nú runt og syngja kendu sangirnar hjá pápanum.

Elstu børnini hjá Merle Haggard høvdu ikki so nógv samband við pápan meðan hann var ferðandi tónleikari, men øðrvísi er við yngsta soninum. Ben gjørdist fastur guittarleikari í bólkinum hjá Merle Haggard longu sum 15 ára gamal.

Eftir at Merle doyði, hava Ben og Noel tikið uppgávuna at føra familjuarvin víðari. Teir átóku sær enntá at spæla tær konsertir, sum Merle hevði á avtalukalendaranum tá hann royði.

Tað var ikki fyrr enn pápin doyði, at yngsti sonurin, Ben, av álvara fór at gera alt meira við at syngja eisini. Tað er sum guittarleikari, at Ben Haggard fyrst gjørdi vart við seg, og hann hevur eitt nú eisini spælt saman við kendum sangarum, so sum Blake Shelton, Vince Gill og Toby Keith.

Men pápin ynskti, at sonurin skuldi framføra sínar sangir. Bersøgin skal Merle hava sagt við Ben áðrenn hann doyði: ”Tú ert ein tápulingur um tú ikki tekur gittaran hjá mær og bussin og um tú ikki syngir mínar sangir so leingi, sum tú kanst... Far út og spæl so leingi nakar er at spæla fyri”.

[object Object]
Noel Haggard

Og tað er júst tað, sum Ben og Noel Haggard nú gera. Vit skulu vænta at hoyra eitt topptunað countroyorkestur beinleiðis úr Bakersfield spæla allar teir góðu kendu Haggard-klassikararnar á Dungasandi, og kanska onkrar nýggjar eisini, tí serliga Ben er byrjaður at skriva sangir sjálvur, hóast hann enn ikki erkomin við nakrari útgávu enn við egnum tilfari.

Atgongumerki til Sørvágs Country- og Bluesfestival 2019 kunnu keypast á www.country.fo. Atgongumerkjasølan gongur væl, frættist. Serliga er tað plássini á kampingøkinum, sum gravgangur er eftir.

Les eisini: Merle Haggard deyður á 79 ára føðingardegnum 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder