Mentan

Kærleikskúlan 2018 – ein takkarkvøða til fiskin

Ole Wich hevur gjørt ársins kúlu – hoyri- og taluráðgevin á Glasir fekk ta fyrstu

Ole Wich við kærleikskúluni (Mynd: Jens Kr. Vang)

Ole Wich við kærleikskúluni (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-12-04 12:40 Author image
Ingi Samuelsen

Ársins kærleikskúla hevur fiskin sum evni. Í glaskláru kúluni liggja nakrir fiskar, sum skyggja í gulli. Á sjálvari kúluni stendur skrivað ”Hommage à Fiskurin”.

Tað er Dugni, sum á hvørjum ári – nú á 10. ári – letur kærleikskúluna gera. Talan er um munnblásta glaskúlu, og á hvørjum ári verður eitt listafólk valt út at gera kúluna.

Í ár fekk konseptlistamaðurin Ole Wich leiðurin at sniðgeva kúluna. Ole Wich er – sum kunnugt – ikki eitt listafólk, sum í fyrsta lagi arbeiðir við tí estetiska. Fyri hann hevur boðskapurin meira at týða.

Hann hevur valt at brúka kúluna til at gera vart við tann týdning, sum fiskurin hevur fyri okkum føroyingar. Við heilsanini ”Hommage à Fiskurin” – merkir ”við virðing fyri fiskinum” – og nøkrum skyggjandi fiskum inni í kúluni, gjørdist 2018-útgávan av hesi serligu kúluni ein heilsan til lívið í havinum, sum eisini var evnið á tí fyrstu kærleikskúluni, sum Tróndur Patursson gjørdi í 2009.

[object Object]Maybritt við Strond

Heiðurin at fáa fyrstu kúluna í ár fekk Maybritt við Strond, sum arbeiðir sum talu- og lesiráðgevi á Glasir. Hon fekk heiðurin fyri sítt áhaldandi arbeiði at hjálpa ungum við avbjóðingum fyri at lætta um hjá teimum at koma ígjøgnum miðnámsútbúgvingarnar.

[object Object]Aksel V. Johannessen, løgmaður

Hetta hendi við eitt hátíðarhald í morgun, sum Dugni skipaði fyri á Listasavni Føroya.

Aksel V. Johannessen, løgmaður, helt røðu í hesum sambandi, og í røðu síni takkaði løgmaður Dugna fyri hetta tiltakið, sum er vorðið ein vakur fastur siður her í byrjanini av jólamánaðinum.

- Tað er vakurt at síggja, hvussu ymsu kærleikskúlurnar mynda heimini. Serliga nú, tá ið kúlurnar eru fleiri og hanga saman. Tá koma listafólkini, sum hava prýtt tær, ordiliga til sín rætt.

- Hon (kúlan, red.) er gjørd úr tunnum glasi, og kann lættliga brotna, ansa vit ikki eftir. Á sama hátt kunnu sambond millum menniskju og mannalagnur lættliga brotna, um vit ikki eru ansin um okkara medmenniskju og tað, sum hendir rundan um okkum.

- Her minnir kærleikskúlan okkum á, hvussu týdningarmikil sambond eru. Hvussu týdningarmikið tað er, at vit eru góð við hvønn annan, hjálpa hvørjum øðrum, og gloyma okkara egna persón, segði Aksel V. Johannesen millum annað. 

Listafólkini, ið hava sniðgivi kærleikskúluna hjá Dugna:
2009: Tróndur Patursson
2010: Sigrun Gunnarsdóttir
2011: Hansina Iversen
2012: Zacharias Heinesen
2013: Edward Fuglø
2014: Astrid Andreasen
2015: Astri Luihn
2016: Eyðun av Reyni
2017: Guðrið Poulsen
2018: Ole Wich

placeholder
placeholder