Innanlands

Málið um tíðindaleiðaran: Vita ikki nær niðurstøða kemur í málinum

Hóast tað er meira enn eitt ár síðani Liljan Weihe fekk fyrsta uppsagnarskrivið, veit ongin, nær endalig niðurstøða kemur í málinum

Enn er óvíst nær málið um tíðindaleiðaran í Kringvarpinum fær ein enda

Enn er óvíst nær málið um tíðindaleiðaran í Kringvarpinum fær ein enda

2018-12-05 20:55 Author image
Regin Winther Poulsen

Tann 30. novembur í 2017 fekk Liljan Weihe fyrsta ætlanarskrivið um uppsøgn frá táverandi Kringvarpsstjóranum, Johnny í Grótinum. Síðani hevur talan verið um fýra uppsagnarskriv síðani tá, og tað seinasta varð latið Liljuni 28. septembur í ár. 

Liljan Weihe kærdi tá Kringvarpið og hon og Sigmund Poulsen, advokatur hennara, bóðu um at Mentamálaráðið ikki viðgjørdi kæruna, tí tey mettu ikki at Mentamálaráðið vera gegnigt at viðgera málið. Mentamálaráðið boðaði Løgmansskrivstovuni frá, at tey heldur ikki metti at stovnurin var gegnigur longur tann 12. oktobur. 

Les eisini: Vilja ikki hava Mentamálaráðið at viðgera kæruna 

Hin 15. oktobur lat løgmaður fíggjarmálaráðnum málið til viðgerar, men eisini fíggjarmáláðið metti seg verða ógegnigt. Tí fekk Uttanríkis- og Vinnumálaráðið málið til viðgerar hin 1. novembur. Málið liggur nú hjá hesum stovninum, sum tó ikki vil siga nakað um, nær niðurstøða kemur í málinum. 

Portalurin hevur spurt nær niðurstøða kann væntast at koma í málinum, men Uttanríkis- og Vinnumálaráðið boðar frá, at tey ikki kunnu siga nakað um, hvørt málið verður liðugt viðgjørt í ár ella næsta ár. 

KVF mælir frá at kæran fær steðgandi virkna 
Ein lutur í kæruni hjá Liljuni Weihe er, at biðið verður um, at kærumálið fær steðgandi virkna, soleiðis at Kringvarpið ikki kann seta nakran í starv sum tíðindaleiðari, meðan málið verður viðgjørt. Uttanríkis- og vinnumálaráðið boðar frá, at ongin niðurstøða er gjørd um hendan partin í málinum heldur. Men í innliti sum Portalurin hevur fingið, sæst at Kringvarpið mælir frá, at kæran fær steðgandi virkna. Tað letur tí til, at leiðslan í Kringvarpinum vil lýsa starvið leyst áðrenn kæran er viðgjørd. Hettar hevði havt við sær, at tíðindaleiðarin ikki hevði havt møguleika at fingið starvið aftur, men at talan hevði verið um mál um endurgjaldskrav, um hon fekk viðhald. 

Síðani uppsøgnina av tíðindaleiðaranum hevur Kringvarpið skift stjóra. Ivan Niclasen segði í samrøðu við Dag og Viku fríggjadagin 26. oktobur, at støðan við fyribils tíðindaleiðara mátti fáa ein enda, men hann hevur higartil ikki vilja gjørt viðmerkingar til málið. Portalurin spurdi eisini nýggja kringvarpsstjóran, um hann helt, at málið hevði fingið eina góða viðger frá fyrrverandi stjórunum, men tað vildi Ivan Niclasen heldur ikki viðmerkja. 

 

placeholder
placeholder