Innanlands

Høvdu hassj umborð

Tveir sjómenn skuldsettir fyri brot á rúsevnalóggávuna

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2018-12-06 06:54 Author image
Ingi Samuelsen

Løgreglan hevur í nátt gjørt kanningar umborð á einum skipi, sum kom aftur av fiskiskapi. Orsøkin til at skipið varð kannað var, at løgreglan hevði fingið prei um, at ólóglig rúsevni møguliga vórðu roykt umborð.

Og so var. Løgreglufólkini funnu smáar nøgdir av hassji hjá tveimum av monnunum, sum nú verða skuldsettir fyri brot á lógina um rúsandi evni.

Vakthavandi á politistøðini vil ikki upplýsa nærri hvat skip talan var um ella hvar kanningin fór fram, men talan var um ’norðurøkið’, sum á løgreglumáli merkir Norðoyggjar og Eysturoyggin. 

placeholder
placeholder