Innanlands

Koyrdu ov skjótt á Ringvegnum

Fimm bilar koyrdu yvir 70 kilometrar um tíman

(Mynd: Google)

(Mynd: Google)

2018-12-06 07:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fimm bilførarar vórðu í gjár skrásettir fyri at hava fótin ov tungt á spitaranum, og fáa nú klipp í koyrikortið fyri at koyra ov skjótt.

Løgreglan gjørdi ferðakanningar á ringvegnum yviri við Strond í Havn. Hetta er eitt øki, har hámarksferðin er 50 kilometrar um tíman, men bilførarar ofta hava lyndi til at koyra nakað skjótari.

Soleiðis var eisini í gjár, tá ferðakanning var. Fimm mál vórðu skrásett. Talan var um bilar, sum koyrdu við eini ferð á millum 70 og 79 kilometrar um tíman, upplýsir vakthavandi á politistøðini.

Sonevnda skúlapatrúljan hjá løgregluni var eisini úti og kannaði ferðsluna við Venjingarskúlan, og staðfestu seks lógarbrot. Trý av brotunum góvu bert eina ávaring, meðan trý nú vera til mál um brot á ferðslulógina.

Talan var um ymisk brot, so sum vantandi brúk av trygdarbelti og eitt prutl, sum koyrdi við ov høgari ferð.

Løgreglan hevur í nátt eisini verið úti og klipt skrásetingarnummur av fýra bilum í Havn, sum ikki hava goldið trygging ella verið til innkallað sýn. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder