Innanlands

Annelies Ilena fekk nýtt trol í Føroyum

Svartkjaftatrolið frá Vónini er 2304 metrar

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-12-06 10:52 Author image
Ingi Samuelsen

Tá heimsins størsta fiskiskip, hollendska Annelies Ilena, herfyri vitjaði Kollafjørð var tað ikki bert fyri at uppskipa veiðina, sum var 3.700 tons av svartkjafti.

Skipið fekk eisini nýtt trol umborð. Tað er Vónin, ið hevur framleitt trolið, eitt 2304 metra svartkjaftatrol úr capto-tilfari, skrivar heimasíðan hjá Vónini. Trolið er eisini vælegnað til makrel- og sildafiskiskap.

Annelies Ilena varð bygd í Noregi í 2000, er 144 metrar long og 24 metrar breið við tveimum motorum á 7.000 kW. Skipið kann frysta 450 tons um dagin og lastar 7.000 á pallum.

Tá skipið fór úr Føroyum, varð leiðin løgd í eitt øki í ein landsynning úr Føroyum at fiska svartkjaft.

Sí myndir: Heimsins størsta fiskiskip á Kollafirði

 

 

placeholder
placeholder