Innanlands

Metingar av arbeiðsplássum mugu setast í verk

Arbeiðs- og Brunaeftirlitið hevur nú gjørt ein eftirkanningarlista, sum kann staðfesta hvussu arbeiðsumhvørvið á arbeiðsplássinum hevur tað

2018-12-06 11:37 Author image
Ari av Rana

Í strembanini eftir at bøta um arbeiðsumhvørvið hjá starvsfólkum, hevur Arbeiðs- og brunaeftirlitið eftir danskari fyrimynd gjørt ein eftirkanningarlista, sum leiðslur á arbeiðsplássum eiga at gera brúk av, tá metast skal um arbeiðsumhvørvið á einum arbeiðsplássi.

Eftirkanningarlistin er ein sonevnd arbeiðsplássmeting, APM, við eini røð av spurningum, sum arbeiðspláss kunnu nýta til tess at finna fram til trupulleikar og avbjóðingar í arbeiðsumhvørvinum. Arbeiðsplássmetingar eru tískil eitt hent amboð fyri tey arbeiðspláss, ið ynskja at betra um arbeiðsumhvørvið.

Vegleiðingin snýr seg millum annað um upplæring, leiðbeining, vanda fyri óhappum, ergonomiskt arbeiðsumhvørvi, sálarligt arbeiðsumhvørvi, inniumhvørvi, larm, sjúkrafráveru og annað.

- Vit halda, at hetta er eitt sera hent amboð, tí spurningarnir er lutfalsliga lættir at svara. Harvið ber til at fáa staðfest, um tað eru trupulleikar í arbeiðsumhvørvinum, sum nakað eigur at verða gjørt við. Nógv ivasom viðurskifti eru løtt at loysa, tá man fyrst hevur fingið staðfest tey og haðani frá fáa lagt upp til eina loysn, sigur Anna A. Andresen, sálarfrøðingur á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, við Starvsmannafelag.fo.

Sambært galdandi lógum á økinum, er ikki tvingað at hava arbeiðsplássmetingar í Føroyum, sum tað millum annað er galdandi í Danmark. Anna A. Andresen heldur tó, at tað er ein fyrimunur fyri eitthvørt arbeiðspláss og harvið arbeiðsgevaran at seta í verk APM-skipanina.

Les alla samrøðuna við Annu A. Andresen á heimasíðuni hjá Starvsmannafelagnum.

placeholder
placeholder