Innanlands

"Lítla fitta nissa mín" sum teknkifilmur

Hóast framleiðararnir eru sera fegnir um nýggja filmin, eru teir samstundis vónbrotnir av Mentamálaráðnum

Skíggjamynd av Youtube

Skíggjamynd av Youtube

2018-12-06 13:11 Author image
Ari av Rana
placeholder

 - Eins og við øllum hinum teknifilminum, er ætlanin við hesum sjenda teknifilminum at víðka um úrvalið av føroyskum barnatilfari á netinum og harvið geva foreldrum møguleikan at vísa børnunum, at sangir, ið tey annars hoyra og síggja á øðrum máli á netinum, eisini kunnu síggjast og hoyrast á føroyskum á netinum.

Soleiðis skriva teir í Tatanka um teknifilmin "Lítla fitta nissa mín", sum er nummar sjey í røðini av føroyskum tenkifilmum, sum Tatanka hevur framleitt.

- Vit eru sera fegin um móttøkuna, ið filmarnir hava fingið. Filmarnir eru sæddir uml. 140.000 ferðir tilsamans, so eftir hesum at døma, er tørvur á tílíkum tilfari, skrivar Tatanka á Facebook.

Vónbrotnir av Mentamálaráðnum

Tatanka skrivar, at teir fyri einum árið síðani støðgaði  fyribils at framleiða teknifilmar, tí framleiðslan er sera kostnaðarmikið. Hóast at søkt er um filmsstuðul fleiri ferðir, hevur Mentamálaráðið ikki víst vilja at stuðla hesari verkætlan. Men nú fegnbast framleiðararnir um, at tað hevur eydnast at gera avtalu við Tutl, um loyvi at nýta barnasangir sum teir hava givið út, og hettar ger framleiðsluna bíligari.

- Vit gera ikki hetta við vinningi fyri eyga, tí allir filmarnar kunnu síggjast ókeypis á Youtube. Men vit gera hetta tí at vit halda at hetta slagið av filmum til smærri børn er nakað sum manglar í Føroyum. Vit hava higartil brúkt heilt fitt av peningi uppá framleiðsluna av teknifilmum til børn, og tað ynskja vit at halda fram við. Tí eru vit fegnir um avtaluna við Tutl. Vit gera tí eina roynd aftur nú, og vóna at tað fer at bera til framhaldandi at framleiðslu uppaftur fleiri teknifilmar av hesum slag til børnini, skrivar Tatanka at enda.

"Lítla fitta nissa mín" sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder