Innanlands

Føroya Bjór við nýggjari cider

Jarðberja- og lime-smakkur í nýggjastu vøruni úr Klaksvík

2018-12-06 17:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í dag kemur ein nýggj cider frá Føroya Bjór á marknaðin.

- Cider er ein sera nógv umbiðin vøra. Tað var í 2011, at Føroya Bjór kom á marknaðin við Nordic Cider, ein súreplacider, og tað síðsta árið hava vit arbeitt við at menna og framleiða eitt nýtt slag av Nordic Cider. Úrslitið er ein brúsandi leskilig cider við jarðberja- og lime-smakki, sigur Annika Waag, góðsku- og framleiðslustjóri á Føroya Bjór.

Fríski smakkurin og serliga liturin ger Nordic Cider sera vælegnaða til vælkomudrykk til jólaborðhaldið, aftur við matinum í staðin fyri vín ella til hugnaløtur saman við vinum, sigur Føroya Bjór.

Nordic Cider við jarðberjum og lime hevur styrkina 4,7%, hon er í 33 cl.-dósum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder