Innanlands

Nýggj serútbúgving innan kaving

Møguleiki er at taka alsamt fleiri vinnuligar kavaraútbúgvingar í Føroyum

2018-12-06 19:06 Author image
Tíðindaskriv

Møguleiki er at taka alsamt fleiri vinnuligar kavaraútbúgvingar í Føroyum. Í vikuni góðkendu føroysku mynduleikarnir eina serútbúgving innan hetta vinnuøki.

Mynduleikarnir hava í samstarvi við føroyska kavaraskúlan setta eina trýsttanga-operatør útbúgving á stovn. Útbúgvingin er serliga ætla kavarahjálparum og kavarum, ið hava tørv á at brúka eitt trýstkamar í samband við kavaraarbeiði.

Um ein kavari arbeiðir djúpari enn 30 metrar ella soleiðis at kravd trýstlætting er longri enn 20 minuttir, so skal ein trýsttangi vera á kavarastaðnum, sambært galdandi kunngerðum.

- Faroe Dive

placeholder
placeholder