Innanlands

Samgonguleiðararnir kleimdir millum rættvísi og politiska verju av sínum egnu

- Fyri trimum árum síðani vistu núverandi samgonguleiðararnir hvør tá átti ábyrgdina, sigur Kaj Leo Holm Johannesen

Aksel V. Johannesen, løgmaður og Kaj Leo Holm Johannesen, tinglimur fyri Sambandsflokkin og fyrrverandi løgmaður (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Aksel V. Johannesen, løgmaður og Kaj Leo Holm Johannesen, tinglimur fyri Sambandsflokkin og fyrrverandi løgmaður (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2018-12-06 17:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Eg hugdi eftir teimum í løgtinginum í gjár í sambandi við málið um Glasir, fjálturstungnir og kleimdir millum rættvísi og politiska verju av síni egnu landstýrisfólkum, skrivar Kaj Leo Holm Johannesen, tingmaður fyri Sambandsflokkin og fyrrverandi løgmaður, á Facebook í kvøld.

- Fyri 3 árum síðani vistu núverandi samgonguleiðarar við millimetur rættvísi, hvør átti ábyrgdina tá talan var um landstýrismannaábyrgd. Misálitini tá til løgmann og landstýrisfólk fyltu tá fleiri A4 síður um rættvísi og ábyrgdarstaðfesting, skrivar Kaj Leo Holm Johannesen.

Hann sipar til viðgerðina av eykajáttanini til Glasir, sum var í løgtinginum í gjár. Her var nógv trýst á samgonguni og serliga Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, sum eftir øllum at døma hevur ábyrgd av at Glasir kostar 50 milliónir meira enn annars játtað.

- Hetta er ikki ein peikifingur, men bert ein staðfesting av, at tú skal aldrin forlanga av øðrum, at tey skulu hava ein hægri moralskan og etiskan standard, enn tú sjálvur kann levera, tá tú sjálvur situr við ábyrgd, skrivar Kaj Leo Holm Johannesen.

Les eisini: Løgtingsformaðurin: Rigmor Dam eigur at taka ábyrgd

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder