Innanlands

Mattalág kanska fyrimyndin til komandi leigubústaðir

Tær 38 íbúðirnar Oman Mattalág eru bygdar í Danmark

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2018-12-07 15:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tá landsstýrið í morgun legði fram bústaðarpolitikk sín, varð tíðindafundurin hildin Oman Mattalág í Havn.

Talan er um eitt øki, har Bústaðir byggja 38 íbúðir, sum eftir ætlan verða klárar til innflyting til várs.

Fyrimyndin fyri hesi byggingini er Tórsbyrgi úti móti Boðaneshamri í Havn, sum í síni tíð var ein roynd at byggja tætt við túnum millum húsini, har bilarnir ikki hava atgongd.

Nakað tað sama er ætlanin við hesum økinum á grundini við Íslandsvegin í vesturbýnum, sum einaferð húsaði einum betongvirki.

Stórbærar ætlanir
Upprunaliga var ætlanin hjá táverandi Húsalánsgrunninum, sum júst var umskipaður til bústaðarfelag, nógv meira stórbær.

Í apríl mánaði 2013 kallaði Bústaðir til tíðindafundar, har ætlanin varð avdúkað. Talan var um eina hugskotskapping, har føroysk arkitektafeløg vórðu biðin um at koma við hugskotum til framtíðar føroyska leiguíbúðarbygging.

Ikki færri enn trý arkitektafeløg ella -samtøk vórðu kosin sum vinnarar, hvør við teirra serstøku loysn.

Men ætlanin gjørdist ongantíð veruleiki. Ætlanin hekk ikki saman fíggjarliga.

Bygdar í Danmark
Nú fimm ár seinni kann Bústaðir endiliga vísa fram, hvat projektið endaði við. Ístaðin fyri glæsiliga arkitektteknaða projektið, fóru Bústaðir til eina byggifyritøku í Danmark, sum byggir búeindir innandura í stórum høllum, og flytir tær út á staðið í størri eindum.

Sostatt er nýggi býlingurin Oman Mattalág stungin upp uttan at borgarar í Havn næstan hava lagt merki til tað.

Í mars 2019 kunnu tey fyrstu væntandi flyta inn. Talan er um 38 búeindir, nakað ymsar í stødd við tað at talið av kømrum pr. íbúð liggur frá einum til trý.

Tá landsstýrið í morgu legði fram bústaðarpakkan var loysnin Oman Mattalág eisini tikin fram sum loysn fyri hvussu tørvurin á leiguíbúðum kann loysast.

Tí spurningurin stakk seg beinan vegin upp, hvussu mann hevur ímynda sær at fáa so nógvar íbúðir bygdar, tá byggivirksemið er so stórt, sum tað nú er, og ein og hvør veit, hvussu trupult tað er at fáa fatur á einum handverkara, ið kann gera eitt arbeiði fyri sámuligan prís.

Loysnin er at fara uttanlands at spyrja seg fyri, var svarið frá landsstýrisfólkunum. Tí vit hava ein tørv, sum skal loysast í skundi.

- Ongantíð betur um hetta átakið kann føra til, at okkurt føroyskt byggifelag setur sær fyri at gera eina høll at byggja íbúðir í modulum á saman hátt sum hesar íbúðirnar í Mattalág, segði Akssel V. Johannessen millum annað á tíðindafundinum í morgun.

Les eisini:
200 fleiri leiguíbúðir afturat skulu byggjast innan tvey ár 

Skal skapa grundarlag fyri einum realkredittmarknaði herheima 

Tørvurin er stórur – men tað er ein avbjóðing 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder