Uttanlands

Hetlendingar øtast inn á fiskiveiðiavtaluna við føroyingar

Avtalan verður kallað ’ein fullkomin skemdargerð’

(Mynd: shetlandfishermen.com)

(Mynd: shetlandfishermen.com)

2018-12-14 14:07 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Uppisjóvarvinnan í Skotlandi og Hetlandi er í øðini inn á fiskiveiðiavtaluna, sum í gjár varð undirskrivað millum Føroyar og ES.

Tað hóvar als ikki skotsku fiskivinnuni, at føroysk uppsjóvarskip fáa møgleika fyri at veiða næstan 25.000 tons av makreli í ES-sjógvi, sum í hesum føri merkir havleiðirnar kring Hetland.

Stjórin fyri Scottish Pelagic Fishermen’s Association, SPFA, Ian Gatt, kallar, sambært heimasíðuni hjá hetlendska fiskimannafelagnum, SFA, avtaluna fyri ”an utter disgrace” – ein fullkomin skemdargerð.

Skotar argast álvarsliga á, at avtalan fyri 2018 bara verður víðariførd, so at londini kunnu fiska upp í 24.690 tons hjá hvørjum øðrum í 2019. Skotar og hetlendingar hava ongantíð góðtikið hesa skipan, tí makrelurin verður mettur at vera nógv meira verdur í hetlendskum enn í føroyskum sjóøki.

Les eisini: Avtala við ES undirskrivað 

Simon Collins frá hetlendska fiskimannafelagnum, Shetland Fishermen’s Association, sigur um avtaluna, at hon vísir hvussu týdningarmikið tað er at Stórabretland sleppur sær burtur úr felags fiskivinnupolitikkinum hjá EU.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder