placeholder
Mentan

Kendall Jenner best lønta modellin í 2018

22,5 milliónir dollarar kundi Kendall Jenner seta á sína kontu sambært Forbes

Kendall Jenner

Kendall Jenner

2018-12-14 20:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hóast Kendall Jenner ikki er best lønta av Kardashian-Jenner-systkjunum, so er hon best lønta modellin í heiminum, sambært Forbes.

Á listanum hjá Forbes fyri 2018 er hon langt á odda við 22,5 milliónum dollarum, ella góðar 174 milliónir krónur.

Listin er frá 1. juni 2017 til 1. juni 2018, og 26 ára gamla Karlie Kloss er á øðrum plássi við 13 millionum dollarum. Chrissy Teigen og Rosie Huntington-Whitely deila eitt triðja pláss við 11,5 milliónum dollarum hvør.

Samanlagt kundu tíggju tær best løntu modellirnar í heiminum seta 113 milliónir dollarar á sína kontu í hesum tíðarskeiðinum, listin er galdandi. Tað eru 742 milliónir krónur.

1. Kendall Jenner
$22.5 millionir (147 mió kr.)

2. Karlie Kloss
$13 milliónir (85 mió kr.)

3. Chrissy Teigen*
$11.5 milliónir (75,5 mió kr.)

3. Rosie Huntington-Whitely*
$11.5 milliónir (75,5 mió kr.)

5. Gisele Bundchen*
$10 milliónir (65,6 mió kr.)

5. Cara Delevingne*
$10 milliónir (65,6 mió kr.)

7. Gigi Hadid
$9.5 milliónir (62,3 mió kr.)

8. Bella Hadid*
$8.5 milliónir (62,3 mió kr.)

8. Joan Smalls*
$8.5 milliónir (55.8 mió kr.)

10. Doutzen Kroes
$8 milliónir (52.5 mió kr.)


Sí eisini:
Myndir: Sprund vístu sínar loyndarfullu veingir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder