Uttanlands

Enn ófriður í Fraklandi

Hetta er fimta vikuskiftið á rað, at "Gulu vestarnir" mótmæla á gøtunum

Kvinnur ílatnar sum Marianne, symbolið hjá franska tjóðveldinum (Mynd: EPA)

Kvinnur ílatnar sum Marianne, symbolið hjá franska tjóðveldinum (Mynd: EPA)

2018-12-15 15:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Aftur í dag hava fólk mótmælt í París. Hetta er fimta vikuskiftið á rað, at fólk mótmæla Emmanuel Macron og fronsku stjórnini.

Eisini í Bordeaux, Toulouse, Marseille, Saint-Etienne og Savoy, hava "Gulu vestarnir" savnað mótmælisfólk. 

Sambært TV2 hevði franska løgreglan longu handtikið 85 fólk í gulum vestum áðrenn middagstíð, og var hetta enntá áðrenn mótmælistiltøkini rættiliga byrjaðu. 

Franski forsetin Emmanuel Macron hevur biðið mótmælisfólkini geva stjórnini arbeiðsfrið.

"Eg haldi ikki, at fólkaræði okkara kann góðtaka hetta. Landi okkara tørvar frið. Tað tørvar ordan. Vit hava brúk fyri, at tingini fara at rigga aftur sum vanligt," segði Macron í gjár, fríggjadagin.

Hesa vikuna varð boðað frá m.ø. skattalætta og eini hækking av minstalønini. Hetta fyri at ganga nøkrum av krøvunum hjá mótmælisfólkunum á møti.

Seinastu vikurnar hava harðlig mótmælistiltøk plágað París og aðrar stórbýir. Mótmælisfólkini hava m.a. framt herverk, sett eld á bilar og bygningar, og bardagar hava verið millum mótmælisfólk og løgreglufólk.

Varainnlendismálráðharrin Laurent Nunez sigur, at tey vænta færri fólk á gøtunum enn seinasta vikuskifti.

Franska løgreglan sigur eisini, at tey hava sæð færri mótmælisfólk í desember enn seinasta mánað. Hildið verður, at uml. 16.000 mótmælisfólk eru savnaði í býum uttanfyri París, men enn ber ikki til at siga, hvussu nógv eru í franska høvuðsstaðnum.

8000 løgreglufólk eru á gøtuni í París í dag, og 69.000 løgreglufólk eru til arbeiðis hetta vikuskiftið um alt landið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder