Innanlands

Oysandi regn í morgin

Morgindagurin verður einki serligur

2018-12-17 16:07 Author image
Ari av Rana
placeholder

Turt er tað sum eftir er av degnum, við strúkur í vindi til hvassan við av landsynningi, millum 11 og 15 m/s. Hitin er 8 hitastig.

Í nátt byrjar at regna og tað fer at regna av grimd. Í nátt er avfallið millum 0,2 til 0,4 mm, men frá klokkan 04 til klokkan 16 verður millum 1,5 og 2 mm. Nógvur vindur verður eisini, við hvøssum vindi til skrið av landsynningi, millum 15 og 18 m/s. Seinni um kvøld er okkurt æl, ættin skiftur til sunnan við andøvsgul. Hitin millum 8 og 9 hitastig allan dagin.

Mikudagin er turt aftur, vindmegin gul til andøvsgul av landsynningi, millum 5 og 7 m/s. Hitin verður 8 hitastig.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder