Innanlands

Úr 5.000 krónum aftur og fram

Atlantsflog bíðar nú eftir loyvi at flúgva til New York. Ferðaseðlarnir fara væntandi at liggja um tað sama sum Gran Canaria

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2018-12-18 17:09 Author image
Sverri Egholm

Rætting: Fær Atlantic Airways loyvi at flúgva úr Vágum til New York, fara bíligastu ferðaseðlarnir at kosta úr 5000 krónur aftur og fram.

Hetta er nakað tað sama sum ferðaseðlarnir úr Vágum til Gran Canaria og heimaftur kosta.

Í greinastubbanum, vit løgdu út í gjárkvøldið, skrivaðu vit, at bíligastu ferðaserðlarnir fór at kosta 5000 krónur. Hetta hevur fingið fleiri at halda, at tað fer at kosta 5000 krónur hvønn veg, tað er ikki rætt.

Teinurin millum Vágar og New York er umleið 5000 kilometrar, og ferðin fer at taka umleið seks tímar.

Atlantsflog boðaði í síðstu viku frá, at flogfelagið eisini fer at flúgva til franska høvuðsstaðin, París. Hetta verður frá 1. juli. Prísirnir eru ikki tøkir enn.

placeholder
placeholder