Tað tók beint undir tveir tímar hjá løgtinginum at stríða seg gjøgnum 102 greinir í broytingaruppskotinum hjá meirilutanum í fíggjarnevndini um løgtingsfíggjarlóg fyri 2019.
Alt varð samtykt.
Byrjað var beint eftir klokkan 22, og klokkan 23:52 varð liðugt, og tá bleiv fíggjarlógin endaliga samtykt við 2. viðgerð.
Triðja og seinasta viðgerð er á skránni fyri tingfundin í morgin mikudagin, sum byrjar klokkan 10.
Vit vóru í tinginum meðan tingið atkvøddi seg gjøgnum tær mongu greinirnar. Sí myndirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald