Innanlands

Skal virka sum trúboðari millum føroyingar í Íslandi

Ólavur Jacobsen verður innsettur í Hósvíkar kirkju sunnudagin

Ólavur Jacobsen (Mynd: Trúboðin)

Ólavur Jacobsen (Mynd: Trúboðin)

2018-12-19 09:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Komandi sunnudag verður ein øðrvísi gudstænasta í Hósvíkar kirkju. Klokkan 15 henda tollaksmessudagin verður 48 ára gamli Ólavur Jacobsen sendur út sum trúboðari til Reykjavíkar í Ísland, skrivar heimasíðan hjá Fólkakirkjuni. 

Tað er Sjómansheimið Ørkin, sum hevur sett hann sum trúboðara í og út frá Ørkini. Ólavur skal fyrst og fremst røkka føroyingum í Íslandi, bæði við hjálp og við gleðiboðan. 

Bergtórur Bjarkhamar, sóknarprestur, stendur fyri gudstænastuni sunnudagin, og aftaná verður ein drekkamunnur at fáa. 

- Eg havi verið opin fyri øllum møguleikum at fara út við gleðiboðskapinum. Tað kom tí ikki sum ein skelkur, tá stýrið fyri Ørkina setti seg í samband við meg. Eg svaraði játtandi beinanvegin, sigur Ólavur í samrøðu við netútgávuna av Trúboðanum.

Ólavur Jacobsen hevur seinastu trý árini arbeitt sum mekanikari hjá Faroe Ship. Hann er giftur við Vónbjørt, og eiga tey tríggjar døtur.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder