Innanlands

Enn ikki vist um Landsverk heldur fram við Glasir

Málið um Glasir gjørdist ov tungt fyri Samferðslumálaráðið, sigur landsstýrismaðurin

(Savnsmynd: Landsverk)

(Savnsmynd: Landsverk)

2018-12-19 13:53 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ruðuleikin á Glasi kostaði í dag stjóranum á Landsverki, Ewald Kjølbro, starvið. Samferðslumálaráðið merkti ov væl avleiðingarnar av ruðuleikanum, og sum støðan er nú, gjørdist málið ov tungt fyri Samferðslumálaráðið, sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum.

Heðin Mortensen sigur, at neyðugt var at koma við nýggjum tonkum og arbeiða víðari við teimum. Alneyðugt er at fáa bygningin lidnan og at fáa kjakið um hvør hevur ábyrgdina afturum seg. Tí var neyðugt at steðga við verandi samstarvi við Landsverk.

- Vit hava enn ikki tikið støðu til, um Landsverk heldur við Glasir. Vit skulu hava skúlan avgreiddan sum skjótast, sigur Heðin Mortensen, landsstýrsmaður í samferðslumálum.

Landsstýrismaðurin sigur, at hann fer at tosa við Landsverk um hvussu tey gera víðari, men í løtuni er ikki vist hvussu verður.

Les eisini: - Ketan er hoppað av

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder