Innanlands

Tríggir eldsbrunar í dag

Óvanliga nógvar fráboðanir um eldsbruna – einki er tó, sum bendir á, at komandi høgtíðin er orsøkin

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-12-21 15:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ikki er tað óvanligt, at jólastákanin við nógvum livandi ljósum, hevur verið orsøk til eldsbrunar um jóltíðir.

Men jólini fáa ikki skuldina fyri, at ikki færri enn tríggir eldsbrunar vórðu fráboðaðir í morgun.

[object Object]

Tveir hendu nærum samstundis í Havn. Klokkan 11.33 kom inn fráboðan til alarmsentralin um at eldur var í eini kjallaraíbúð í Vesturgøtu undir Fjalli í Havn, og boð vóru send eftir sløkkiliðinum.

Talan var ikki um opnan eld, men roykurin var nógvur. Tað vísti seg, at ein pláta á einum konfýri – helst av óvart – var tendrað, og hetta var orsøkin til hitagerðina í køkinum, helst tí okkurt stóð á plátuni eisini.

Men hóast roykurin var nógvur, festi eldur ikki í í íbúðini, upplýsir vakthavandi á politistøðini.

Meðan sløkkiliðsfólkini vóru stødd undir Fjalli, komu boð um ein annan eldsbruna ikki so langt haðani.

[object Object]

Tað var í einum verkstaði hjá Bilrøkt í Stiðjagøtu í ídnaðarøkinum við Velbastaðvegin, beint uttan fyri kirkjugarðin.

Klokkan 12.25 komu boð um, at eldur var kyknaður í ein bil, sum stóð í eini verkstaðshøll. Starvsfólkið hevði matarstøðg, og tí fekk eldurin loyvi at mennast, og bilurin kolaðist upp. Rættiliga nógvur royk og sótskaði varð staðfestur í verkstaðnum tá tey einaferð fingu tamarhald á støðuni.

[object Object]

Tey høvdu arbeitt upp á bilin við sveisitóli, og helst er tað onkur neisti harfrá, sum er orsøk til eldin, sigur vakthavandi á politistøðini.

Hin triðji eldsbrunin í dag hendi tíðliga í morgun í Vági.

Klokkan 07.47 komu boð um eld í einum bilhúsi. Vakthavandi á politistøðini í Havn hevur ikki enn fingið staklutirnar um ta hendingina at vita, men alt bendir á, at talan var um ein lítlan eldsbruna.

Sí eisini: Myndir: Eldur í framsýningarhølunum hjá Bilrøkt 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder