placeholder
Mentan

Langt í millum grindir nýggjársdag

Tíggju ár síðani ein grind var hildin til í januarmánað, og fyrstu ferð síðani kríggið, at grind er hildin til nýggjársdag

70 hvali løgdu beinini í Trongisvági á middegi í dag (Mynd: Suðurrás)

70 hvali løgdu beinini í Trongisvági á middegi í dag (Mynd: Suðurrás)

2019-01-01 21:19 Author image
Sverri Egholm

Tað er rættiliga langt í millum at ein grind leggur beinini í januarmánað, og sjáldan at tað fellur á nýggjársdag. Tað gjørdi hon í dag, 1. januar 2019, tá 70 hvalir vórðu dripnir í Trongisvágsfirði.

Sambært hagtølunum hjá heimasíðuni Heimabeiti, skulu vit tíggju ár aftur, tá ein grind seinast var dripin í januar mánað. Tað var 5. januar 2009, tá 99 hvalir løgdu beinini í Hvannasundi.

Seinast grind var hildin til nýggjársdag var undir krígnum í 1943, tá 121 hvalir vóru dripnir í Havn.

Á hagtølunum sæst, at tað oftari kom fyri fyrr, at grindir vóru hildnar til í januar. Árini 1985 til 1991 var grind í januarmánað.

Síggj hagtølini á heimabeiti.fo her

placeholder
placeholder