Innanlands

Javnaðarflokkurin vrakar Kristin Michelsen

- Hevur eitt arbeiðslag, ið eg sum floksformaður ikki kann góðtaka, sigur løgmaður

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-01-03 13:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, er ikki longur partur av Javnaðarflokkurin. Tað boðar Aksel V. Johannessen, løgmaður, frá í dag.

Kristin Michelsen boðaði fyri einum ári síðani alment frá, at hann ikki kendi seg bundnan at atkvøða saman við Javnaðarflokkinum og samgonguni, men tók persónliga støðu frá máli til mál.

Í tíðindaskrivi, sum Aksel V. Johannessen hevur sent út í dag sigur hann, at handa støðan ikki er haldgóð.

- Harumframt hevur Kristin Michelsen eitt arbeiðslag, ið eg sum formaður í Javnaðarflokkinum ikki kann góðtaka. Tískil skal eg við hesum boða frá, at tingbólkurin hevur tikið ta støðu, at Kristin Michelsen ikki longur er partur av tingbólki floksins í Løgtinginum, skrivar løgmaður.

Hartil hevur starvsnevndin hjá Javnaðarflokkinum tikið ta støðu, at Kristin Michelsen ikki verður á listanum hjá Javnaðarflokkinum til komandi løgtingsval. 

Les eisini: Kristin Michelsen skal velja ein sess

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder