Mentan

Dánjal Lisberg sang seg víðari í X Factor

Fekk “ja” frá øllum trimum dómarunum

2019-01-04 22:10 Author image
Sverri Egholm

“Wow” og “Tú ert fantastiskur”.

Tað vóru orðini, sum 20 ára gamli Dánjal Lisberg fekk frá dómarunum í X Factor í kvøld.

Fyrsta sendingin av sangkappingini, sum hesaferð verður send á TV2 var í kvøld, og upptøkuroyndir vóru á skránni í Odense og Keypmannahavn.

Og í danska høvuðsstaðnum royndi Dánjal Lisberg seg við gittara og sangi frammanfyri dómarunum, sum í ár eru Thomas Blachman, Oh Land og Ankerstjerne.

Rósandi orð frá teimum trimum og trý “ja”, var tað hann fekk við sær. Tað merkir at vit helst fara at síggja meira til Dánjal Lisberg næstu vikurnar.

Sum skilst eru aðrir føroyingar eisini við í X Factor í ár.

X Factor sæst á TV2 Play her

placeholder
placeholder