Innanlands

Á Grækarismessu skal avgerast um bygdin eitur Skálafjørður ella Skálabotnur

Runavíkar kommuna hevur sett dato á fólkaatkvøðuna

2019-01-08 16:14 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tann 12. mars skal avgerð takast um bygdin innast á Skálafjørðinum eitur Skálafjørður ella Skálabotnur.

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, hevur boðað frá, at fólkaatkvøðan verður á Grækarismessu.

Fólkaatkvøðan verður hildin í skúlanum í Skálafirði/Skálabotni á Grækarismessu – hin 12. mars 2019 – og valhølið er opið frá kl. 10 til kl. 20 ella soleingi veljarar eru í valhølunum eftir hetta.

Rætt at taka lut í atkvøðuni hava øll, staðsett í bygdini, sum valdagin lúka treytirnar um valrætt til býráðsval sambært § 1 í kommunuvallógini og eru á vallista til býráðsval. Á atkvøðuseðlinum eru bert tvinnir møguleikar og bara annar skal veljast, annaðhvørt Skálafjørður ella Skálabotnur, skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðun síni.

Á heimasíðuni hjá kommununi sæst meiri um hvussu valið fer fram.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder