Uttanlands

Joe Biden umhugsar at stilla upp til amerikanska forsetavalið

Varaforsetin hjá Obama heldur seg vera besti møguleikin hjá demokratunum í 2020

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-01-09 11:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Joe Biden, ið var varaforseti undir Barack Obama, umhugsar at stilla upp til amerikanska forsetavalið, sum verður í 2020.

Sambært New York Times hevur Biden sjálvur sagt, at hann er besti møguleikin hjá demokratunum at vinna valið.

Demokratar, ið hava tosað við fyrrverandi varaforsetan siga, at hann enn hugsar um tað, og at hann væntandi tekur eina endaliga avgerð innan tvær vikur.

Frank Biden, ið er yngsti beiggi Joe Biden, sigur við miðilin The Palm Beach Post, at hann roknar við, at beiggi hansara fer at stilla upp í 2020 og leggur afturat, at familjan stuðlar honum fullkomiliga.

Joe Biden umhugsaði eisini at stilla upp til seinasta val, men tá gjørdi hann av ikki at gera tað. Ein partur av orsøkini var, at sonur hansara, Beau Biden, doyði av krabbamein í 2015.

Joe Biden sat í amerikanska senatinum frá 1973, til hann tók við sum varaforseti hjá Barack Obama í 2009. Han hevur stillað upp til forsetavalið tvær ferðir áður, fyrst í 1988 og aftur í 2008.

Verður Biden valdur til forseta, fer hann at vera 78 ár, tá hann flytir inn í Hvítu Húsini. Hann er eitt ár yngri enn Bernie Sanders, sum eisini umhugsar at stilla upp, og næstan fýra ár eldri enn Donald Trump, sum var 70 ár, tá hann gjørdist forseti. Trump er eisini elsti amerikanski forsetin, sum higartil er tikin í eið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder