Innanlands

Løgreglan leitar eftir rennara í Runavík

Rennarin kann vera vitni til eitt møguligt ferðsluóhapp 12. november í fjør

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-01-09 18:50 Author image
Sverri Egholm

Løgreglan leitar eftir einum ávísum rennara í Runavík, til eina hending sum fór fram 12. november um 17 tíðina seinnapartin. Hetta var á Mýravegi - beint sunnanfyri gerðisveg, har ein bilur møguliga hevur rent á ein drong á rennihjóli.

Tað veit Kringvarpið seinnapartin.

Jan Poulsen, økisleiðari fyri løgregluna í Norðurøkinum sigur, at rennarin tosaði stutt við drongin og við bilføraran, men tað er ikki greitt hvør maðurin er.

Tí vil løgreglan hava samband við hendan ávísa rennaran, og heitir á hann um at seta seg í samband við seg.

placeholder
placeholder