Innanlands

- Tað er lætt at fáa fatur á rúsevnum

30 ung verið til viðgerðar fyri rúsevnismisnýtslu síðani juni 2017

Skíggjamynd: KVF

Skíggjamynd: KVF

2019-01-11 07:18 Author image
Ari av Rana

- Tað er lætt at fáa fatur á rúsevnum í Føroyum í dag, og tað er ein stórur trupulleiki, sigur Martin Kúrberg leiðari á viðgerðarheiminum Frælsinum á Eiði.

Viðgerðarheimið er fyri ung fyri ung millum 18 á 24 ár, sum hava rúsevnistrupulleikar.

Lætta atgongdin til rúsevnið ger, at viðgerðarheimið er fult av ungum og bíðilisti er eisini.

Martin Kúrberg heldur ikki at nokk verður gjørt fyri at fyribyrgja, at rúsevni koma inn í landið.

Tað vit síggja mest í løtuni er MDMA og LSD, og so eisini stóru mongdirnar av hash, sigur Martin Kúrberg við Kringvarpið.

Martin Kúrberg sigur eisini, at myndugleikar og politikarar ikki eru greiðir yvir avleiðingarnar av rúsevnismisnýtsluni hjá teimum ungu.

-Hetta eru børnini hjá onkrum, so tað ávirkar familjur enormt. Politikarar áttu at komi út og vitja stovnar sum hendan.

Martin Kúrberg sigur at enda, at tað verður ikki gjørt nokk fyri at fyribyrgja, at rúsevni koma inn í landið.

placeholder
placeholder