Uttanlands

Danmark: Nýggir ríkisborgarar skulu taka í hondina á Inger Støjberg

Danski útlendingamálaráðharrin verður vertur fyri fyrsta sonevnda grundlógarhátíðarhaldinum 17. januar

Mynd: Visualhunt.com

Mynd: Visualhunt.com

2019-01-11 16:14 Author image
Alda Nielsdóttir

Í fjør samtykti fólkatingið sonevndu lógvatakslógina, og sambært hesari lógini, skulu øll taka í hondina á einum umboði hjá donsku myndugleikunum fyri at gerast danskir ríkisborgarar.

Fyrsta sonevnda grundlógarhátíðarhaldið verður í Keypmannahavn 17. januar, og tá verður tað Inger Støjberg, útlendingamálaráðharri, sum tey skulu taka í hondina á. Tað verður nevniliga hon, sum verður vertur fyri fyrsta hátíðarhaldinum.

Tað er ein serstakur framíhjárættur at gerast danskur ríkisborgari og ein stór álitsváttan frá danska samfelagnum. Tí skal man sum útlendingur vísa, at mann ynskir at vera í Danmark, og mann skal prógva, at mann hevur uppiborið at gerast partur av danska felagsskapinum, og tað ger mann millum annað við at vísa Danmark og donsku virðunum virðing, sigur Inger Støjberg í tíðindaskrivi.

Lógvatakslógin leggur upp til, at tað eru kommunurnar, sum skulu skipa fyri grundlógarhátíðarhaldi, sum eftir ætlan skal vera tvær ferðir um árið. Tó er tað danski staturin, ið skipar fyri fyrsta hátíðarhaldinum 17. januar, skrivar DR.

placeholder
placeholder