Uttanlands

Starvsfólk hjá Huawei handtikið fyri at njósnast í Póllandi

Sambært pólsku trygdartænastuni høvdu gerðirnar hjá viðkomandi einki við Huawei at gera

Savnsmynd: EPA

Savnsmynd: EPA

2019-01-11 19:06 Author image
Alda Nielsdóttir

Í Póllandi vóru tveir menn handtiknir fyri at njósnast.

Tann eini var ein kinesiskur maður, sum arbeiðir hjá telefyritøkuni Huawei, og hin var ein pólskur maður, sum hevur arbeitt hjá trygdartænastuni.

Talsmaður hjá pólsku trygdartænastuni váttar sambært TV2, at menninir eru handtiknir og sigur, at teir vera afturhildnir í tríggjar mánaðar. Hann leggur afturat, at gerðirnar hjá kinesiska manninum einki hava at gera við ta fyritøkuna, har hann er í starvi.

Báðir nokta seg sekan, men enn hava teir ikki givið nakra frágreiðing.

Handtøkan av kinesiska manninum hendir stutt eftir, at fíggjarstjórin hjá Huawei, Wanzhou Meng, varð handtikin í Kanada.

placeholder
placeholder