Innanlands

Vandi fyri at verða kvaldur í fimleikaringum, sum eru seldir í Føroyum

Nema hevur selt einar 400 fimleikaringar av hesum slagnum í Føroyum seinastu árini. Vøran verður nú afturkallað

(Mynd: Trævarefabrikernes Udsalg)

(Mynd: Trævarefabrikernes Udsalg)

2019-01-11 18:04 Author image
Sverri Egholm

Við skeivari nýtslu av gymnastik-ringunum er vandi fyri at verða kvaldur í tognum, sum gymnastik-ringarnir hanga í. Tí hevur framleiðarin, Trævarefabrikernes Udsalg, valt at afturkalla vøruna.

Tað skrivar Nema í tíðindaskrivi í kvøld.

Seinasta vikuskiftið hevði eitt barn í Danmark eina óhepna uppliving, tá tað spældi við gymnastik-ringarnar. Barnið fekk hálsin gjøgnum togið og datt síðani, so at høkan hekk á ovasta parti av ringinum og togið strammaði í aftan fyri oyruni. Barnið var tí í vanda fyri at blíva kvalt. Tíbetur vóru fólk varug við hetta óhapp beinanvegin og barnið er heilt uttan fyri lívsvanda.

Trævarefabrikernes Udsalg hevur seinastu árini selt umleið 6.000 gymnastik-ringar í Danmark og eini 400 í Føroyum, sigur Nema.

‘Trygd hevur høga raðfesting – ikki minst tá tað snýr seg um børn. Vit mæla altíð til, at børn eru undir eftirliti, tá tey brúka gymnastik-ringarnar’, sigur Henrik Lange, sum er stjóri hjá Trævarefabrikernes Udsalg.

‘Vit meta, at togið, sum ringarnir hanga í, við skeivari nýtslu kann viðføra vanda fyri at vera kvaldur, og tí afturkalla vit gymnastik-ringarnar. Øll sum hava keypt gymnastik-ringar hjá Trævarefabrikernes Udsalg kunnu sjálvandi lata teir innaftur og fáa peningin aftur. Hetta er eisini galdandi, um ein ikki longur hevur kvittanina fyri keyp av ringunum.’

Í Føroyum kunnu gymnastik-ringarnir latast innaftur hjá Nema, Smyrilsvegur 5, Tórshavn.

placeholder
placeholder