Innanlands

- Fólkið vil hava medisinskt kannabis

Hallur Hjalgrímsson Djurhuus, formaður fyri Framtakið fyri rættin at velja kannabis heldur, at ein meiriluti er fyri medisinskt kannabis millum føroyingar

Hallur Hjalgrímsson Djurhuus (Mynd: Facebook)

Hallur Hjalgrímsson Djurhuus (Mynd: Facebook)

2019-01-12 08:09 Author image
Alda Nielsdóttir

Høvdu Føroyar havt fólkaatkvøðu um at loyva kannabis sum heilivág, hevði úrslitið verið eitt ja, heldur Hallur Hjalgrímsson Djurhuus, formaður í flokkinum Framtakið fyri rættinum at velja kannabis.

- Eg haldi, at meiriluti er fyri tí millum fólkið, sigur hann í samrøðu við Portalin.

Fólk hava tikið væl ímóti flokkinum, og Hallur Hjalgrímsson Djurhuus minnist ikki, at nakar hevur sagt nakað neiligt um hann.

Enn hevur flokkurin ikki fingið savnað nóg nógvar undirskriftir til at kunna stilla upp til løgtingsvalið, men teimum manglar ikki nógvar.

Les eisini: Manglar heilt fáar undirskriftir fyri at kunna stilla upp til val

Hóast flokkurin kanska ikki hevði fingið stóra undirtøku til eitt løgtingsval, so er bara tað, at tað verður tosað um flokkin og boðskapin hjá honum ein sigur, heldur Hallur Hjalgrímsson Djurhuus.

- Tað mest ynskiliga hevði verið, at kannabis bleiv legaliserað, so vit ikki noyddust at stilla upp, sigur hann.

placeholder
placeholder