Innanlands

Eitt ferðafólk saknað úti á Kirkju

Líkindi eru ikki at seta leiting í verk eftir manninum í løtuni, sigur løgreglan

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-01-11 23:34 Author image
Sverri Egholm

Norðlýsið skrivar í kvøld um at eitt ferðafólk er saknað úti í Fugloy. Løgreglan hevur fingið fráboðan um tað, men í løtuni eru ikki líkindi at seta leiting í verk.

Í løtuni eru ikki líkindi at koma út við tyrlu, og vit mugu taka tað tá tað byrjar at lýsna, sigur vakthavandi á løgreglustøðini við Portalin í kvøld.

Ferðamaðurin kom út í Fugloynna við tyrluni í dag, og segði at hann skuldi inn aftur við Rituni seinnapartin, veit Norðlýsið frá Jógvani Páll Poulsen á Kirkju.

Men veður var ikki hjá Rituni at leggja at á Kirkju, men hon hevði verið at á Hattarvík. Har møtti maðurin ikki.

Enn hevur maðurin ikki víst seg.

Jógvan Páll Poulsen upplýsir fyri Norðlýsinum at maðurin hevði uppgivið eitt telefonnummar, men tað nummarið riggar ikki. Tað kann vera, at hann er farin niðan frá, og tokan er komin á hann, hann kann kanska eisini liggja í telti.

placeholder
placeholder