Innanlands

37 ára gomul bjóðar Trump av til næsta forsetaval

Tulsi Gabbard ætlar at stilla upp til forsetavalið næsta ár. Hon er 37 ára gomul og hindu

Tulsi Gabbard (Mynd: EPA)

Tulsi Gabbard (Mynd: EPA)

2019-01-12 11:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

37 ára gamli demokraturin og kongresslimurin úr Hawaii Tulsi Gabbard stillar upp til forsetavalið í USA næsta ár.

Tað sigur hon við CNN sambært Ritzau.

Eg havi tikið avgerð um at stilla upp, og fari at koma við almennari fráboðan innan eina viku, sigur Gabbard sum situr í uttanríkisnevndini í Umboðsmannatinginum.

Tulsi Gabbard fyrsti hindu og tann fyrsti amerikansksamaoaner, sum er valdur í kongressina. Harafturat er hon krígsveteranur úr Irak.

Høvuðsboðskapurin hjá henni fer at vera spurningurin um kríggj og frið, skrivar Ritzau.

Tað er í 2020, at amerikanarar aftur skulu atkvøða um hvør skal vera næsti forseti í landinum. Sitandi forseti, Donald Trump, hevur áður boðað frá, at hann ynskir at stilla upp aftur til eitt nýtt valskeið.

Onnur hava eisini boðað frá, at tey ætla at stilla upp, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder