Innanlands

Givnir at leita í Fugloy

Hava einki funnið

(Mynd: Google)

(Mynd: Google)

2019-01-14 14:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Aftur í dag hevur verið leitað eftir horvna eysturríkska ferðamanninum, sum hevur verið saknaður í Fugloy í nakrar dagar.

Bjargingartyrlan hevur leitað á teimum støðum, har staðkend fólk meta, at maðurin møguliga kann hava verið, men funnu einki.

Spurd um tey kanska hava funnið onkur tekin um at hvar maðurin kann hava verið, sigur vakthavandi einans:

- Vit hava ikki funnið mannin. Meira kann eg ikki siga.

Enn er støða ikki tikin til, um leitingin skal halda fram í morgin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder