placeholder
Innanlands

Fekk tvey ár fyri at stinga mann í hálsin

29 ára gamli maðurin fekk tvey ára treytaleysa fongsulsrevsing fyri at stinga ein mann í hálsin við saksi

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-01-15 12:51 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ein 29 ára gamal maður varð í dag dømdur tvey ára treytaleysa fongsulsrevsing fyri grovan harðskap.

Tað var um seks tíðina 26. august í fjør í Havn, at 29 ára gamli maðurin stakk ein mann, sum er føddur í 1962, tríggjar ferðir við saksi.

Tað einu ferðina varð maðurin stungin í hálsin, og hetta gjørdist lívshóttandi, tí at blóð hótti við at tippa barkan, so at maðurin ikki fekk luft, skrivar Kringvarpið.

Revsingin fyri tílíkan grovan harðskap er vanliga hálvtannað ár, men av tí at maðurin er dømdur fyrr í máli, sum hevur týdning fyri hetta málið, bleiv dómurin tvey ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder