Innanlands

Blaðstjóri á Sosialinum gevst

Barbara Holm hevur valt at siga farvæl til Miðlahúsið, men væntar ikki at hon er liðug við journalistikk

Barbara Holm hevur sagt seg úr starvi sum blaðstjóri á Sosialinum, sum hon hevur havt síðani 2016. Eirikur Lindenskov er ábyrgdarblaðstjóri á blaðnum (Savnsmynd: Sosialurin)

Barbara Holm hevur sagt seg úr starvi sum blaðstjóri á Sosialinum, sum hon hevur havt síðani 2016. Eirikur Lindenskov er ábyrgdarblaðstjóri á blaðnum (Savnsmynd: Sosialurin)

2019-01-17 11:59 Author image
Ari av Rana
placeholder

Blaðstjórin á Sosialinum, Barbara Holm, fer úr starvinum 1. februar.

- Tað er rætt at eg gevist í Miðlahúsinum. Enn er einki alment um hvørjar ætlanir eg havi, og eg fari at síggja tíðina ann, sigur Barbara Holm.

Barbara Holm sigur tó, at hon nokk ikki er heilt liðug við journalistikkin. Hon sigur, at hóast hon steðgar sum blaðstjóri á Sosialinum, so er journalistikkur hennara heilt stóri áhugi, og at tað er hugsandi, at hon fer at skriva okkurt inn ímillum.

Barbara Holm varð sett í starv sum blaðstjóri á Sosialinum í september 2016 afturat ábyrgdarblaðstjóranum, Eiriki Lindenskov. Hon var fyrsti kvinnuligi blaðstjóri á Sosialinum.

Hon er bachelor í sam­skifti og sosialvísindum, og hon hevur starvast í Miðla­hús­i­num í fleiri tíðarskeiðum frá 1. oktober í 2008.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder