Mentan

Ummæli: Hóast 88 ár hevur Clint Eastwood enn tað sum skal til

Men væntar tú ein klassiskan film um rúsevnir við nógvum skotbardøgum og annað tílíkt, er hetta ikki ein filmur fyri teg. Filmurin fær miðal skotsmál frá føroyskum ummælara

Clint Eastwood her í leiklutinum sum Earl Stone

Clint Eastwood her í leiklutinum sum Earl Stone

2019-01-17 22:00 Author image
Rannvá Dam í Baianstovu
placeholder

Í filminum “The Mule” er Clint Eastwood bæði leikari og leikstjóri. Seinast hann gjørdi hetta var í 2008, tá hann spældi við í filminum “Gran Torino”.

The Mule er ein amerikanskur krimi/thriller/drama filmur, sum er bygdir á eina sanna søgu. Hann er grundaður á New York Times greinina frá 2014  ”The Sinaloa Cartel’s 90-year-old Drug Mule”.

Veruliga søgan snýr seg um Leo Sharp, ein áleið 90 ára gamlan krígsveteran, sum bleiv besti narkotikasmuglari hjá einum meksikanskun kartelli.

Bakgrundssøgan er broytt, men annars er “The Mule” trúgvur móti upprunasøguni. Vit fylgja Earl Stone (Clint Eastwood), ein eldri krígsveteran og hansara leið inn í narkokartellið. Vit uppliva hann og hansara trupulleikar við familjuni, sum hann altíð hevur forsømt, og síggja hvussu hann í sínum eldri døgum og við sínum narkopengum roynir at gera hetta betri.

Hetta er ein kenslusom frágreiðing um tað at taka rættar avgerðir, okkara samband til tey rundan um okkum, og at tað ongantíð er ov seint at blíva eitt betri menniskja. 

Hetta er filmur nummar 40, sum Clint Eastwood leikstjórnar, og filmur hansara nummar 91 sum sjónleikari. Her eru eyðkennir sum ganga aftur úr fyrri filmunum. Líka sum í “Gran Torino”, fylgja vit søguna um ein eldri avbyrdgan mann. Somu politisku evnini ganga aftur, og vit síggja ymiskar fordómar um rasur. T.d livur kartellið upp til meksikanskar stereotypir av ringasta slagi.

[object Object]Clint Eastwood og dóttirin, Alison Eastwood, sum spælir leiklutin Iris

Nakað vit ikki hava sæð leingi er, at dóttir Clint Eastwood, Alison Eastwood, er við í filminum, har hon spælir dóttir Earl. Alison Eastwood byrjaði yrkisleið sína sum bert 7 ára gomul í “Bronco Billy” sum pápi hennara eisini leikstjórnaði. Hon hevur havt leiklutir í øðrum filmum hjá pápa sínum, men hetta er fyrsti ferð vit síggja hana á skíggjanum í eina tíð. Hon hevði nevniliga trekt seg aftur frá sjónleikaralívinum, og hevur ikki verið at sæð í nøkrum filmi síðani 2014, men nú er hon afturkomin.

Sum leiklut hava vit blandaðar kenslur í mun til Earl. Flestu av okkum kenna onkran eins og  hann. Ein eldri, hálvgum rasistiskan persón, sum ikki meinar tað so ringt, og sum helt at “alt var betri fyrr”. Men Earl lærir og mennir seg sum persón gjøgnum filmin. Clint Eastwood brúkar sína sjarmu og vísir eina trýdimensionella og nuanseraða rollu.

Hóast the Mule er ein rættiliga dapur filmur, sum viðgerð nøkur rættiliga tung evni, er hann eisini stuttligur. Talan er her um turt og undirspælt skemt, ikki sum í einum rættiligum skemtifilmi.

Tað er dialogurin sum veruliga heldur filminum uppi. Filmurin er sum heild friðaligur og niðri á jørðini, og hetta er alt annað enn ein spenningsfilmur. Søguliga gongdin er øgiliga jøvn allan vegin ígjøgnum uttan nakað veruligt hæddarpunkt.

Væntar tú ein klassiskan film um rúsevnir við nógvum skotbardøgum og annað tílíkt, er hetta ikki ein filmur fyri teg. Um tú hinvegin ert til eina meira veruleikakenda søgugøngd og til ein natúrligan frágreiðingarstíl, so kundi “The Mule” verið nakað fyri teg.

“The Mule” er ein sálarríkur filmur, sum varpar ljós á evnir sum fordómar, stríðið móti rúsevnum, umframt tað at vaksa og menna seg sum persón. Hetta er alt í alt ein væleydnaður filmur, og hóast síni 88 ár hevur Clint Eastwood enn tað, sum skal til.   

Bæði Havnar Bio og Atlantis Bio vísa filmin.

The Mule (3/5)

[object Object]

placeholder
placeholder