Mentan

Vetrarjazz gongur á odda fyri kynsjavnvág

Havnar Jazzfelag hevur í 2018 arbeitt miðvíst við at fáa fleiri kvinnur á føroyskajazzpallin

2019-01-18 20:36 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tá Vetrarjazz 2019 fer av bakkastokki mánadagin 21. januar, er tað við eini
skrá, sum ikki einans boðar frá góðsku og fjøbroytni tónlistarliga, men sum eisini
er sermerkt orsaka av góðu kynsjavnvágini.

Vetrarjazz 2019 er ivaleyst fyrsti føroyski tónleikafestivalur, har kvinnur og
gentur eru við í 50% av bólkunum (14 av 28), og 41% av øllum tónleikarunum
(49 av 119) eru kvinnur og gentur.

Havnar Jazzfelag hevur í 2018 arbeitt miðvíst við at fáa fleiri kvinnur á føroyska
jazzpallin, og hetta er eitt av úrslitunum av tí arbeiðnum.

Vetrarjazz verður í Havn 21.-27. januar. Sí skránna á facebook.com/vetrarjazz.

- Havnar Jazzfelag

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder