Innanlands

Nýggir el-steyrar í bátahyljunum

Nýggir el-steyrar eru settir upp í bátahyljunum á Strondum

Mynd: Sjóvar kommuna

Mynd: Sjóvar kommuna

2019-01-18 21:20 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nýggir el-steyrar eru settir upp í bátahyljunum á Strondum.

Sjóvar kommuna hevur keypt 10 nýggjar el-steyrar. Hesir eru settir upp í bátahylinum við Sjógv, bátahylinum í Bulldog og bátahylinum við Heygstøð.

Kortið sum man nýtti til gomlu el-steyrarnar, kann ikki nýtast í teimum nýggju. Kort til nýggju el-steyrarnar kunnu keypast á kommunuskrivstovuni.

LM Electric P/f eru veitarar av nýggju el-steyrunum, skrivar Sjóvar kommunan.

Gomlu el-steyrarnir koma framvegis at verða brúktir í bátahylinum á Selatrað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder