Uttanlands

Youtube bannar sjónbondum við “Bird Box” avbjóðingini

Youtube steðgar nú sjónbondum, har fólk kunnu koma til skaða ella doyggja

2019-01-18 15:10 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ein av nýggjastu avbjóðingunum, sum fólk hava tikið til sín, er tann sokallaða “Bird Box” avbjóðingin. Avbjóðingin er blivin kend av filminum Bird Box, har Sandra Bullock gongur við bindi fyri eygunum størsta partin av filminum.

Nú er so ein avbjóðing gjørd, har fólk skulu gera ymisk gerandisting við bindi fyri eygunum. Í USA royndi ein ung kvinna at koyra bil við bindi fyri eygunum. Hon koyrdi yvir á skeivu síðu og inn í ein annan bil.

Tílíkar hendingar hava nú fingið Youtube at banna filmsbrotum, har fólk gera Bird Box avbjóðingina, og ymiskt annað, sum setir teirra heilsu ella lív í vanda.

Tí verður heldur ikki gjørligt at síggja fólk hoppa út úr bilum ella nakað tílíkt longur á Youtube.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder