Innanlands

Nýtt rit um botnhitan í føroyskum havøki

Havstovan hevur gjørt rit um sjóvarhitan niðast við botn ymsastaðni í føroyskum havøki

Botnhiti í føroysku havøkjunum (Mynd: Havstovan)

Botnhiti í føroysku havøkjunum (Mynd: Havstovan)

2019-01-18 19:15 Author image
Elisa Vang
placeholder

Fyri fisk og onnur djór, sum liva nær havbotnin, er hitin niðri við botn – botnhitin – eitt tað týdningarmesta til at avgera, um tey trívast ella ikki.

Bæði fiskimaðurin og fiskifrøðingurin kunnu tí hava stórt gagn av góðum kunnleika um botnhitan á ymiskum leiðum, og hvussu hann broytist við tíðini. Síðan hon byrjaði sítt virksemi (sum Fiskirannsóknarstovan) hevur Havstovan savnað eina rúgvu av tilfari, sum kann økja um henda kunnleika, og eisini er tilfar savnað av øðrum.

Nýggja ritið er ein roynd at samanfata hetta tilfar, uttan at fara alt ov nógv í smálutir, so at tað kann vera lætt at lesa hjá øllum áhugaðum.

Ritið liggur á heimasíðuni hjá Havstovuni og fæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder