Uttanlands

Avalak: Styttið um fjarstøðuna millum Grønland og Danmark

Nógv ung vera verandi í Danmark eftir loknan lestur. Betri samband landanna millum kann fáa fleiri at venda heim aftur.

Savnsmynd: Grønlad

Savnsmynd: Grønlad

2019-01-18 21:51 Author image
Elisa Vang
placeholder
 

Tað er eftir øllum at døma ikki bara í Føroyum, at trupulleikin við, at ungdómurin ikki flytir heim aftur, hevur stungið seg upp. 

Íbúgvaratalið í Grønlandi er alsamt fallandi. Nógv vilja vera við, at ein av orsøkunum til hetta er, at ungir grønlengingar ikki koma aftur til Grønlands eftir loknan lestur í Danmark. Skal dapra niðurgangandi íbúgvarakurvan steðgast, skulu tey ungu venda aftur til heimlandið. Tað skriva Sermitsiaq á heimasíðu sína í dag. 

Sambært Hans Peter Mønsted, sum er formaður í Avalak, felagnum fyri grønlendsk lesandi í Danmark, verða umleið helvtin av teimum lesandi úr Grønlandi eftir í Danmark, eftir útbúgvingin er lokin. Han sigur, at tað hevur týdning fyri, at tey lesandi skulu koma aftur, at fysiska sambandið ímillum Grønland og Danmark verður betrað.

"Um mann hevur verið í Danmark í meira enn 15 mánaðir eftir útbúgvngin er lokin, fær mann onga heimferð. Tað síggi eg sum eina beinleiðis orsøk til, at at nógv ikki venda aftur. Um einasta tilknýtið, man hevur, er barnaminnir, so er tað ikki vist, at tað dregur eins nógv og starvsroyndir og onnur sambond, mann hevur bygt upp umvegis heimferðir ", sigur Hans Peter Mønsted.

Hann heldur, at ein umbót av infrakervinum fer at virka við til, at fleiri fara at venda nsini heim eftir aftur. Tað hevði minkað um fjarstøðuna millum netverkið hjá tí lesandi í ávikavist Grønlandi og Danmark. Me nsambandið undir lesnaðir hevur eisini týdning. Mønsted greiðir frá, at í Danmark duga tey væl at taka næmingar til síðis og bjóða teimum størv ella granskingarmøguleikar.

"Um mann skapti eitt lokkandi arbeiðsumhvørvi fyri nýubúgvin fólk, og betri samband ímillum tey lesandi og arbeiðsmarknaðin í Grønlandi, høvdu fleiri flutt heimaftur", sigur Hans Peter Mønsted.

 

Les meira HER

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder