Innanlands

Stór leiting sett í gongd á sjónum

MRCC-støðin fekk í morgun boð um, at onkur helt seg hava sæð eina neyðrakett úr Syðrugøtu

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto

2019-01-19 10:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Klokkan 8.35 í morgun fekk MRCC-støðin eina fráboðan frá onkrum, sum hevði sæð okkurt, sum líktist einari neyðrakett úr Syðrugøtu.

Í hesum sambandi er ein stór leiting sett ígongd á sjónum eystur úr Eysturoynni og Nólsoynni.

Tyrlan hjá Atlantic Airways er sent út at leita, umframt báturin Ziska og verjuskipini Brimil og Vædderen.

Vakthavandi á MRCC-støðini sigur, at enn hava teir einki funnið.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder