placeholder
Innanlands

Leitingin steðgað: Eingin er saknaður

MRCC fekk í morgun eina fráboðan frá einum, sum helt seg hava sæð eina neyðrakett úr Syðrugøtu, men einki varð funnið

Savnsmynd (Mynd: JN.FO)

Savnsmynd (Mynd: JN.FO)

2019-01-19 14:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgun fekk MRCC eina fráboðan frá onkrum, sum helt seg hava sæð eina neyðrakett úr Syðrugøtu, og í hesum sambandi varð stór leiting sett í gongd á sjónum.

Leitað varð bæði við tyrlu og skipum, men aftaná at hava leitað í áleið tveir og ein hálvan tíma uttan úrslit varð avgerð tikin um at gevast við leitingini, tá klokkan varð uml. 11.

Vakthavandi á MRCC sigur, at økið varð leitað væl í gjøgnum, men kortini funnu tey einki. Vakthavandi leggur afturat, at eingin er saknaður, og eingin hevur biðið um hjálp.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder