Í ár varð tað Astrid Andreasen, vísindarligur teknari og listakvinna, sum fekk heiðursgávu landsins.
Heiðursgáva landsins er 75.000 krónur og verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.
Astrid Andreasen fekk heiðursgávu landsins fyri sítt ómetaliga stóra íkast til at skjalprógva mentanar- og náttúruarv okkara gjøgnum vísindarliga tekning, stóð millum annað í grundgevingini.
Í fjør var tað Frits Johannesen, sum fekk heiðursgávu landsins.
Les eisini: Búi Rouch fekk virðislønina til ungt listafólk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald