Ruth Vang hevur onga orsøk at halda, at hon sleppur at halda fram sum forkvinna í fíggjarnevndini eftir fundin í morgin. Tað segði hon við útvarpið seinnapartin.
Fundur skuldi vera fyri tveimum vikum síðani, men av tí at Kristin Michelsen, sum er limur í fíggjarnevndini, varð tveittur úr Javnaðarflokkinum, og harvið hevur samgongan mist meirilutan í nevndini.
Tí valdi Ruth Vang, forkvinna, at útseta fundin til greiða var fingin á. Nú verður fundurin so loksins í morgin.
- Tað eru farnar tvær vikur síðani eg upprunaliga ætlaði at hava fund. Tað gav meining at hava “timeout”, og tað kann eg eisini fult forsvara, tá hendan støðan var íkomin, sigur Ruth Vang við útvarpið.
- Lømaður hevur verið greiður um at man ikki vildi av við hendan formanssessin í fíggjarnevndini, sigur hon.
Men tíðin gongur, og Ruth Vang staðfestur, at hon ikki kann bíða longur.
Fyrsta mál á fundinum í fíggjarnevndini, sum er settur at byrja klokkan 10 í morgin, er val av formansskapi.
Limirnir í fíggjarnevndini eru Helena Dam á Neystabø, Pauli Trond Petersen, Ruth Vang (forkv.), Kristin Michelsen, Jacob Vestergaard, Bill Justinussen og Bárður á Steig Nielsen (næstform.)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald